Sambýlið Eystan Heyg latið fríggjadagin

Sambýlið Eystan Heyg latið fríggjadagin
Fólk kunnu flyta inn í tær 16 íbúðirnar í oktober ella november
Fólk, sum hava búð í Psykiatriska deplinum í nógv ár, kunnu nú flyta haðani
 
24.09.2014 - 08:21

Fríggjadagin verður sambýlið Eystan Heyg í Havn latið Almannaverkinum.

Flutt verður í sambýlið í oktober ella november. 

Tað upplýsir Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, í svari upp á fyrispurning frá Rigmor Dam, løgtingskvinnu. 

16 fólk kunnu búgva í sambýlinum Eystan Heyg. Tey fáa hvørt sína íbúð.

Sambýlið Eystan Heyg er fyri fólk við sálarligum avbjóðingum. 

Tíggju fólk, sum búgva á Psykiatriska Deplinum, hava fingið tilboð um at flyta í nýggja sambýlið Eystan Heyg ella í sambýlið við Heyggjar, sum eisini er í Havn.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846