Danir ikki broytt støðu til sjálvstøðugt Palestina

Danir ikki broytt støðu til sjálvstøðugt Palestina
Svenska fráboðanin um at viðurkenna Palestina sum eitt stálvstøðugt land broytir ikki støðuna hjá dønum, sigur danski uttanríkisráðharrin
Danmark broytir ikki støðu í málinum um at viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt land, hóast sviar fríggjakvøldið boðaðu frá, at Svøríki ynskir at viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt land
Mynd: AP  
 
06.10.2014 - 18:46

- Vit gleða okkum til at viðurkenna Palestina sum eina tjóð, men tað er torført at gera tað, áðrenn vit vita, um tjóði hevur nakran møguleika at virka, sigur danski uttanríkisráðharrin, Martin Lidegaard, við tíðindastovuna Ritzau.

SÍ EISINI Svøríki skal standa skúlarætt í Ísrael

Svenski forsætisráðharrin, Stefan Løfven, boðaði fríggjakvøldið frá, at Svøríki ynskir at viðurkenna Palestina. Fráboðanin fekk USA at svara aftur, at svenska fráboðanin er bráðræsin.

Danski uttanríkisráðharrin hevur torført við at tolka, um svenska fráboðanin bara politisk tekin, ella um gerð fylgir orðunum. Fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin, Holger K. Nielsen úr Sosialistiska Fólkaflokkinum, heldur, at Danmark átti at fylgt svium.

SÍ EISINI Svøríki viðurkennir palestinska statin

Ein viðurkenning av Palestina kann trýsta Ísrael aftur til sámráðingarborðið og trýsta friðarsamráðingarnar aftur í gongd, sigur Holger K. Nielsen. Ein stórur meiriluti í ST samtykti fyri knøppum tveimum árum síðani eina yvirlýsing, sum gav Palestina støðu sum eygleiðari í ST.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 6. januar
Upp á gólv á trettanda
202324
Týsdag 6. januar
Veðrið
202314
Týsdag 6. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202303
Mánadag 5. januar
Veðrið
202274
Sunnudag 4. januar
Møti hjá Frelsunarherinum
202233