Hollande viðgongur mistøk

Hollande viðgongur mistøk
Franski forsetin, Francois Hollande, viðgekk í samrøðu í fronskum sjónvarpi í gjár, at hann hevur gjørt mistøk
 
07.11.2014 - 09:29

Illa lýddi forsetin lovaði samstundis veljarum sínum, at tey sleppa av við hann við forsetavalið í 2017, um ikki stóra arbeiðsloysið er minkað tá.

- Eydnast tað mær ikki, innan forsetaskeið mítt er runnið, so fari eg ikki at biða fraklendingar um at velja meg aftur í 2017. - Fraklendingar eru erindaleysir, og tað hava teir orsøk til at vera, sigur Hollande við sjónvarpsrásina, TF1, nú hann hevur sitið halvtina av fimmáraskeiðnum sum forseti.

Arbeiðsloysið er hækkað í 27 av teimum 30 mánaðunum, sum hann hevur sitið við valdi í Fraklandi. 3,4 miljónir fólk, - tað mesta nakrantíð, hava einki arbeiði.

Veljarkanning vísur, at forsetin hevur metlága undirtøku, -  12 prosent eru nøgd við hann sum forseta.

- Eg skilji atfinningarnar. Eg skilji, at tit kenna tykkum verða slept upp á fjall. Eg skilji, at fólk skylda upp á meg, sigur Hollande, sum tó ikki fellir í fátt:


- Eg havi tjúkka húð. Í tvey og eitt hálvt ár havi eg hildið stand. Eg havi gjørt mistøk. Hvør ger ikki tað, segði forsetin, sum vil fara alla leiðina, og gera broytingar og styrkja Frakland, tað sum eftir er av valskeiðnum. 

Sambært nýggjari meiningakannig hevði Francois Holland tapt dyggiliga fyri leiðaranum hjá Front National, Marine Le Pen, um val hevði verið nú, - Hollande hevði einans fingið 13-15 prosent av atkvøðunum í fyrsta umfari, skrivar ritzau

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807