Hava mist sambandið við Philae

Hava mist sambandið við Philae
Orsøkin er, at battaríini í Philae ikki fáa nóg mikið at sólljósi til at løða battaríini
 
16.11.2014 - 14:52

Granskararnir í Darmstadt í Týsklandi hava mist sambandið við lítla rúmdarfarið, Philae, sum mikudagin lendi á eini halastjørnu,- 510 milliónir kilometrar frá jørðini, orsøkin farið hevur einki battarí eftir. Sostatt er einki samskifti við Philae. Tað upplýsur Evropiski Rúmdarferðar-felagsskapurin, ESA.

Lendingin mikudagin gjørdist harðari enn ætlað, men eftir tríggjar royndir setti tað seg, - men í skugganum í einum skráningi. Og tað merkir, at ov lítið av sólljósi er til at løða battaríini í Philae.

Fríggjadagin var greitt, at ov lítið av streymi var eftir, og gjáranáttina komu ikki fleiri signal frá gongustjørnini.

Ikki til fánýtis

Sambært ESA náddi rúmdarfarið tó at fáa til høldar týdningarmiklar upplýsingar, millum annað eru royndir tiknar av ísi og dusti, og borað er í yvirflatuni á gongustjørnuni. Og upplýsingarnar vórðu sendar til jørðina í øllum góður, upplýsir ESA.

Vónin er, at royndirnar frá gongustjørnini kunnu svara spurninginum um, hvussu gongustjørnan bleiv til fyri umleið 4,6 miljardur árum síðani.

Fakta um Philae

Rúmdarfarið, Philae et ikki er størri enn ein vaskimaskina, og vigar bert 100 kilo.

Tað varð skotið út í marsmánaði 2004, og síðani hevur verið bíðað eftir úrslitinum. Vónin var eisini, at Philae skuldi rigga í fleiri mánaðir, men so var ikki.

Talan er um stóra ætlan, sum higartil hevur kostað 8,36 milliardir kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045