- Vit skulu vera meira eyðmjúk

- Vit skulu vera meira eyðmjúk
Vit skulu vera meira eyðmjúk, var boðskapurin hjá Frans páva, sum flutti fram røðu í Pæturskirkjuni í nátt.
 
25.12.2014 - 10:06

Hann mælti beinleiðis til, at øll skulu vera við at hjálpa teimum, sum eru illa fyri.

- Hava vit treysti til at vera eyðmjúk yvir fyri teimum, sum standa okkum nær og eru illa fyri, ella vilja vit hava effektivar ópersónligar loysnir, sum mangla evangeliska hitan, spurdi pávin í røðuni.

Frans pávi hartaði eisini sínar egnu. Hann heldur, at katólska kirkjan er í stóran mun merkt av egoismu, grammleika, valdsgirnd og andaligari alzheimers, sum hann tók til. Vegna katólsku kirkjuna bað hann eisini um umbering fyri tær gølurnar, sum hava givið Vatikanríkinum vánaligt umdømi. Seinatu árini hava nógvir katólskir prestar verið undir ákæru um pedofili.

78 ára gamli Frans pávi hevur verið pávi í tvey ár. Hann hevur verið kontroversiellur og væl umtóktur fyri sítt fría lyndi og einfalda stíl. Í fjør fekk hann prísin sum ”Person of the Year” frá Time Magazine.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610