Heimsins leiðarar eru í Saudiarabia í dag

Heimsins leiðarar eru í Saudiarabia í dag
Minningarhald er fyri Abdullah kongi, ið verður sagdur at hava verið framburðssinnaður, men mannarættindafelagsskapir hava lítið gott at bera honum
Abdullah kongur t.v.
Mynd: Savnsmynd  
 
24.01.2015 - 15:01

 

Heimsins fremstu leiðarar hava í dag verið í Saudiarabia, har minningarhald hevur verið fyri Abdullah kongi, sum doyði í gjár og varð grivin aftaná fríggjadagsbønina.

Úr USA var Joe Biden, varaforseti, komin, og úr Evropa vóru franski forsetin Francois Hollande, bretski trúnarvingin, Charles prinsur, og saman við honum David Cameron, forsætisráðharri. Russiski forsætisráðharrin, Dmitrij Medvedev, var eisini á minningarhaldinum í høvuðsstaðnum Riyadh.

Barak Obama, er á vitjan í India, men styttir vitjanina har og á veg aftur til USA týsdagin fer amerikanski forsetin til Saudiarabia at hitta 79 ára gamla Salman kong, ið hevur tikið við eftir hálvbróðurin Abdullah, sum doyði 90 ára gamal.

Umboð Danmarkar til minningarhaldið vóru Fríðrikur krúnprinsur og Nicolai Wammen, verjumálaráðharri.

Mannarættindafelagsskapir halda lítið um Abdullah kong

Heimsins leiðarar flokkast í Saudiarabia, tí landið er tað størsta og ríkasta í Miðeystri við stórum oljuríkidømi.

Um Abdullah kong verður sagt, at hann var framburðssinnaður - men kvinnurnar í Saudi Arabia sleppa t.d. framvegis ikki at koyra bil. Nevnt verður, at kongurin gav kvinnum sæti í ráðgevandi stjórnarráði sínum, og talið av kvinnum, ið fær hægri útbúgving, er nógv vaksið í stjórnartíð hansara.

Mannarættindafelagsskapir hava tó lítið gott at bera Abdullah kongi.

Neil Durkin, talsmaður fyri Amnesty, sigur, at í mannarættindahøpi var Abdullah kongur ein vanlukka. Talsmaðurin vísir m.a. á, at píning framvegis er púra vanlig í politivarðhaldum og í fongslum í Saudi Arabia.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039