Danir vilja hava frágreiðing um FarGen

Danir vilja hava frágreiðing um FarGen
Danskir heilsumyndugleikar biðja nú Heilsumálaráðið um eina útgreining av løgfrøðiligu viðurskiftunum. Verkætlanin dregur tískil út
Danska heilsumálaráðið, sum skal flyta 10 milliónir krónur til Føroyar og FarGen verkætlanina, vil hava útgreinað løgfrøðiligu viðurskiftini áðrenn verkætlanin heldur fram
 
27.01.2015 - 10:48

Danska heilsumálaráðið, sum skal flyta 10 milliónir krónur til Føroyar og FarGen verkætlanina, hevur biðið um eina útgreining av løgfrøðiligu viðurskiftunum.

Útgreiningin skal staðfesta, hvussu pengarnir skulu flytast og heimiðlast, og eina útgreining av lógarverkinum um genomlesing av føroyingum. Verkætlanin dregur tískil út.

Genomlesing er eitt viðkvæmt evni. Donsku myndugleikarnir vilja helst tryggja sær, at lógarverkið er í lagi, áðrenn teir flyta peningin, sigur aðalstjórin í Heilsumálaráðnum við útvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846