Eina milliard til at berja niður yvirgang

Eina milliard til at berja niður yvirgang
Danska stjórnin ætlar at brúka 970 milliónir krónur næstu fýra árini til nýggj átøk, ið kunnu forða fyri yvirgangsatsóknum í landinum
Helle Thorning-Schmidt legði á døgverða ætlaninar hjá donsku stjórnini fram á tíðindafundi, til tess at berja niður yvirgang í landinum næstu fýra árini
Mynd: AP  
 
19.02.2015 - 13:52

Danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, kunngjørdi ætlaninar hjá donsku stjórnini á tíðindafundi á døgverða í dag.

Tilsamans ætlar landið at brúka 970 milliónir næstu fýra árini. 12 ymisk átøk eru nevnd í nýggju ætlanunum, forsætisráðharrin legði fram á tíðindafundinum.

Hetta ætlar stjórnin

Tær 970 milliónirnar, ætlanin er at oyramerkja fyri at berja niður yvirgang í Danmark, verða ætlandi brúkt til hesi 12 høvuðsátøkini:

● 200 milliónir til hert eftirlit hjá løgregluni og trygdarløgregluni, PET

● 150 milliónir til økta greining av KT upplýsingum

● Fleiri lívverjar

● Atgongd til vitan um flogferðafólk

● Kanna skrásetingar av keyptum talutíðarkortum til fartelefonir

● 415 milliónir at savna inn og greina upplýsingar um hóttanir um yvirgang uttanlands

● Fleiri átøk ímóti víðgongdum dønum uttanlands

● Betri arbeiðsorku til átaksbólkin hjá trygdarløgregluni, PET

● Økta tilbúgving allan sólarringin hjá Ríkisløgregluni

● Fyribyrgja at fongslað fólk verða víðgongd, meðan tey sita inni

● Fyribyrgja átøkum í millum annað í Miðeystri og Norðurafrika

● Ein nevnd skal fara ígjøgnum samlaðu ætlaninar at berja niður yvirgang

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045