Skúlabørn burturflutt í Suðursudan

Skúlabørn burturflutt í Suðursudan
Í minsta lagi 89 skúladreingir eru burturfluttir av einum vápnaðum bólki í Suðursudan. Hetta stendur í eini fráboðan frá Unicef.
Skúlabørn burturflutt í Suðursudan
Mynd: Unicef  
 
22.02.2015 - 12:52

Skúladreingirnir vóru í ferð við eina próvtøku, tá teir vórðu tiknir. Talið av burturfluttum kann vera nógv størri enn fyribilsuppgerðin, sum sigur 89, stendur í fráboðanini.
Brotsverkið hendi í Wau Shilluk-økinum í Sudan, har túsundtals fólk eru flýdd frá húsi og heimi í sambandi við stríðið, sum herjar í landinum.

Sambært Politiken siga vitni, at vápnaðir menn kringsettu økið og gingu so hús úr húsi. Dreingir yvir 12 ár vórðu tiknir við valdi. Ikki er greitt, hvør bólkur hevur framt illgerðina.

Jonathan Veitch er umboð fyri Unicef í Suðursudan, og hann krevur, at dreingirnir verða leyslatnir í stundini.
- At vápnaðar deildir misbrúka børn og brúka tey sum soldatar, oyðileggur bæði samfelag og familjur, sigur hann.

Í fjør vóru eini 12000 børn í Suðursudan brúkt sum herfólk av vápnaðum deildum í Suðursudan, upplýsir Unicef.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847