- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísland og ES: Altingssamtykt brotin fleiri ferðir
Tað segði altingsformaðurin, Einar K. Guðfinnsson, í altinginum í gjár.
Hann segði, at altingssamtyktin varð brotin fyrstu ferð við ársbyrjan í 2013, tá ríkisstjórnin steðgaði samráðingunum, á sumri í 2013 vórðu samráðingarnar formliga slitnar, og um heystið vórðu samráðingarfólkini send til hús, og nú hevur uttanríkisráðharrin so boðað ES frá, at Ísland ikki longur er at meta sum umsøkjari um limaskap í ES.
Ætlaðu at gevast við samráðingum
Einar K. Guðfinnsson, sum er í øðrum stjórnarflokkinum, Sjálvstæðisflokkinum, segði, at vil altingið tað, kann tað avgera, hvussu verður við Íslandi og ES.
Altingsformaðurin segði, at samtyktin frá 2009 stendur við.
Hann segði, at hann í 2013 gjørdi vart við, at var ætlanin at gevast við samráðingunum við ES, skuldi altingið viðgera tað. Uppskot kom eisini í tingið um hetta.
Diplomatiskt stig
Einar K. Guðfinnsson nevnir eisini tað, sum onnur hava víst á, at brævið frá íslendska uttanríkisráðharranum til ES er diplomatiskt stig, soleiðis at skilja, at Ísland boðar frá, at samráðingarnar enda, men umsóknin um limaskap verður ikki tikin aftur.
Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, forsætisráðharri, sigur seg ikki ivast í, at fólkaatkvøða verður um ES-limaskap. Tá verður fólkið spurt, um søkjast skal um limaskap í ES. Tað var ikki gjørt í 2009, og tað var eitt mistak, sigur forsætisráðharrin við íslendska kringvarpið RUV.
Nullstilla málið
Tað, sum stjórnin hevur gjørt nú, er at nullstilla málið og taka aftur eina avgerð, sum varð tikin, uttan at fólkið varð spurt.
Íslendski forsætisráðharrin sigur, at Ísland er ikki longur umsøkjari um limaskap í ES.