- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri flogfeløg broyta mannagongdir
Fleiri flogfeløg kring heimin broyta nú mannagongd, so tað altíð skulu vera í minsta lagi tveir persónar til staðar í stýrihúsinum samstundis. Flogskipari ella stýrimaður má ongantíð vera einsamallur.
Tað hendir, eftir at tað í gjár kom fram, at 27 ára gamli stýrimaðurin, Andreas Lublitz, tilvitað rendi í bergið, har flogfarið hjá Germanwings datt niður har suðuri í Fraklandi og 150 ferðafólk lótu lív.
Læsti hurðina og fleyg 150 fólk í deyðan
Andreas Lubitz var einsamallur í stýrihúsinum og hevði læst hurðina, tá hann tók ræðið á flogfarinum. Skal annar flogskiparin úr stýrihúsinum eina løtu, verður tað frameftir eitt krav, at annað starvsfólk á flogfarinum, skal vera til staðar ta løtuna.
Týska flogfelagið Lufthansa, sum eigur Germanwings, er millum fyrstu flogfeløgini, sum hevur sett nýggju reglurnar í gildi. Onnur flogfeløg, sum hava gjørt tað sama, eru eitt nú Air Berlin, kanadiska Air Transat, lágprísfelagið easyJet, norska Norwegian og íslendska Icelandair.
Roknað verður við, at flestu flogfeløg í heiminum fara at skerpa eftirlitið og herða krøvini eftir vanlukkuna týsdagin. Føroyska flogfelagið, Atlantic Airways, hevur longu greiðar mannagongdir og leiðreglur á økinum. Har skulu altíð vera í minsta lagi tveir persónar í stýrihúsinum.