Vilja basa ebola: Útigongubann sett í gildi

Vilja basa ebola: Útigongubann sett í gildi
Íbúgvarnir í Sierra Leone hava fingið boð um at halda seg inni í tríggjar dagar. Myndugleikarnir í landinum vilja hava tamarhald á sjúkuni
Gøturnar í Sierra Leone eru manntómar í dag. Myndugleikarnir hava sett útigongubann í gildi til sunnukvøldið
Mynd: AP  
 
27.03.2015 - 12:17

Seks milliónir fólk í Sierra Leone hava fingið boð um at halda seg innandura í tríggjar dagar. Boðini koma frá myndugleikunum í landinum, ið vilja basa ebola sjúkuni.

Útigongubannið í Sierra Leone byrjaði klokkan seks í morgun. Tó kunnu fólk í landinum, ið skulu til átrúnaðarlig tiltøk, fara út um dyrnar, meðan bannið stendur við.

Greinin heldur fram niðanfyri

Handlar, matstovur, sølutorg og barrir í Sierra Leone eru eisini stongd í landinum. Útigongubannið í landinum stendur við til sunnukvøldið.

Tilsamans eru 16.000 fólk í Sierra Leone higartil fongd við ebola sjúkuni. Einki annað land í heiminum hevur verið so meint rakt av ebola sum landið í Vesturafrika.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744