Fyrsti forsætisráðharri Singapore farin til gravar

Fyrsti forsætisráðharri Singapore farin til gravar
91 ára gamli Lee Kuan Yew framdi eina búskaparliga kollvelting, men mannarættindi fylgdu ikki við.
Mannarættindi fylgdu ikki við búskaparframgongdini í Singapore
Mynd: Savnsmynd  
 
29.03.2015 - 10:55

Í Singapore hava fólk í túsundatali fylgt fyrrverandi forsætisráðharranum, 91 ára gamla Lee Kuan Yew til gravar í dag. Leiðarar úr øðrum londum vóru eisini hjástaddir - teirra millum fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton.

Lee Kuan Yew var forsætisráðharri í Singapore í 31 ár, verður roknaður sum landsfaðir og framdi eina sanna búskaparkollvelting. Árini frá 1960 til 1980 fimtanfaldaðist bruttotjóðarúrtøkan, og býarstaturin gjørdist eitt framkomið vælferðar-samfelag. 

Men mannarættindi fylgdu ikki við, talu- og pressufrælsi varð skert og politiska andstøðan drigin ígjøgnum rættarskipanina.

Í samrøðu við New York Times í 2010 segði fyrrverandi forsætisráðharrin: "Eg sigi ikki, at alt var rætt, sum eg gjørdi, men tað eg gjørdi, var í góðari meining".

 

Hóast hann fór úr embætinum í 1990 hevði Lee Kuan Yew alla tíðina ávirkan á politisku kósina í Singapore, har sonur hansara, Lee Hsein Loong, nú er forsætisráðharri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744