Gíslatøka: Í minsta lagi 15 fólk deyð

Gíslatøka: Í minsta lagi 15 fólk deyð
Í minsta lagi 15 fólk eru deyð og útivið 70 særd í gíslatøku á einum lærdum háskúla í Kenja. Gíslarnir hava verið afturhildnir í sjey tímar
Í minsta lagi 15 fólk eru myrd á einum lærdum háskúla í Kenja, har gíslatakarar hava tikið seg inn í skúlan
Mynd: AP  
 
02.04.2015 - 12:15

Ein blóðug gíslatøka fer í løtuni fram á einum lærdum háskúla í afrikanska landinum, Kenja, skriva fleiri altjóða fjølmiðlar á staðnum.

Gíslatøkan byrjaði fyri umleið sjey tímum síðani. Lærdi háskúlin er nú kringsettur av hermonnum og løgreglu, boða Reyði Krossur Kenya og løgreglan frá.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

Fleiri særd fólk eru longu flutt burtur frá økinum við lærda háskúlan. Í løtuni hoyrast skotbardagar millum gíslatakararnar og hermenn og løgreglu á lærda háskúlanum.

Lesandi á lærda háskúlanum í Kenja vórðu álopin tíðliga í morgun, tá gíslatakarar tóku seg inn á skúlaøkið, og byrjaðu at lata skot av.

Fleiri lesandi tóku til rýmingar, tá gíslatakararnir lupu á tíðliga í morgun, men framvegis eru bæði lesandi og undirvísarar tikin gíslar í skúlanum.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

 

Sjúkrahúsini í økinum við býin Garissa, har gíslatøkan fer fram, klára ikki at taka ímóti øllum teimum særdu fólkunum frá lærda háskúlanum, ið er kringsettur.

Særd fólk verða tískil flutt til onnur sjúkrahús í økinum. Eitt flogfar setti seg fyri løtu síðani í Garissa, ið skal flúgva særd fólk til Nairobi, har tey koma á sjúkrahús.

Somaliska mótmælisrørslan, al-Shabaab, ið hevur samband við al-Qaeda, hevur tikið ábyrgd fyri gíslatøkuni í Kenja í morgun, skrivaði BBC News fyri løtu síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744