Minst 56 sjómenn latið lív

Minst 56 sjómenn latið lív
Í minsta lagi 56 russiskir sjómenn lótú lív, tá russiski trolarin Dalniy Vostok í nátt sakk eystanfyri fyri Kamchatck hálvoynna í vesturkyrrahavinum
Í minsta lagi 56 sjómenn lótu lív í nátt, tá russiski trolarin, Dalniy Vostok (myndin), sakk
Mynd: AP  
 
02.04.2015 - 13:55

Bjargingarlið hava bjargað 63 av manningini, men framvegis eru 15 mans ikki komnir afturíaftur. Leitað verður framvegis eftir manningini, skrivar tíðindastovan, Tass, á Twitter.

Greinin heldur fram niðanfyri

Sambært Tass vóru 78 russar umborð á trolaranum og 54 mans við øðrum tjóðskapi. Enn er ikki greitt, hví vanlukkan hendi. Russiskir myndugleikar kanna í løtuni, hví vanlukkan hendi.

Hildið verður, at ein orsøk kann vera, at skipið hevur rent seg í ísflakar, og at hol er komið á skrokkin. Myndugleikarnir hava enn ikki váttað tíðindini.

Russiska skipið, Dalniy Vostok, ið sakk í nátt, varð bygt í Nevelsk í 1989.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659