Blóðigur skírisdagur: 147 lesandi myrd

Blóðigur skírisdagur: 147 lesandi myrd
Álopið á ein lærdan háskúla í Kenja skírisdag kravdi 147 lív og 79 onnur vórðu særd, sigur innanríkisráðharrin í landinum
147 lesandi vórðu myrd og onnur 79 særd, tá gíslatakarar tóku seg inn á ein lærdan háskúla í Kenja skírisdag
Mynd: AP  
 
03.04.2015 - 09:22

Eitt álop á ein lærdan háskúla í afrikanska landinum, Kenja, skírisdag, kravdi 147 lív og 79 onnur vórðu særd, sigur Joseph Nkaiserry sambært AP.

Sorgarleikurin byrjaði tíðliga hósmorgunin, tá vápnaðir menn tóku seg inn á lærda háskúlan og tóku tey lesandi á skúlanum til gíslar. Ein gíslatøka, ið vardi allan hósdagin.

Greinin heldur fram niðanfyri

Gíslatøkan endaði í gjárkvøldið, tá vápnað herlið og løgregla skutu fýra gíslatakarar. Somaliska mótmælisrørslan, al-Shabaab, ið hevur samband við al-Qaeda, hevur tikið ábyrgdina á seg.

Tilsamans búðu 900 lesandi á lærda háskúlanum í Kenja, ið varð álopin skírisdag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744