Grikkaland skal rinda í dag

Grikkaland skal rinda í dag
Hart sperda Grikkaland skal í dag rinda aftur eitt lán til IMF, sum er 450 milliónir evrur. Líkt er til, at landið fer at megna at rinda pengarnar
Grikkaland skal í dag gjalda aftur eitt lán til Altjóða Valutagrunninum, ið er 450 milliónir evrur
 
09.04.2015 - 09:29

Í gjár seldi Grikkaland lánsbrøv fyri 1,14 milliardir krónur. Tað skuldi givið landinum nóg mikið av pengum, so gjaldsavtalan kann haldast.

Longu seinast í mánaðinum kann kreppan merkjast av álvara, tí tá skal landið rinda bæði lønir og lán. Tá hevur Grikkaland aftur tørv á lánum, og tað kann gerast torført, siga búskaparfrøðingar.

Greinin heldur fram niðanfyri

Fær landið ikki hildið sínar skyldur, er ikki óhugsandi at Grikkaland fer á húsagang um mánaðarskiftið, og so verður landið koyrt úr samstarvinum um evruna sum gjaldoyra.

Verandi lánsavtala millum Grikkaland og hini evru londini fer úr gildi í juni. Grikkaland roynir av øllum alvi at fáa avtalur við onnur lond.

Grikski forsætisráðharrin hevur verið á vitjan hjá Putin, forseta, í Moskva í gjár, og hóast ein handilsavtala kann fáast í lag, so hevur Russland ikki pengarnar, sum Grikkaland hevur tørv á.

SÍ EISINI Grikkar krevja milliardir frá týskarum

Tí verður Grikkaland helst noytt at gera avtalur við hini evru londini, og at seta tey tiltøkini í verk, sum undanfarna stjórnin samdist við lángevararnar um, siga búskaparfrøðingarnir.

Verður avtalan gjørd við hini evru londini, fær Grikkaland 7,2 milliardir krónur í láni afturat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. desember
Country jól við Magna Christiansen
89319
Týsdag 24. desember
Pipar og Salt
185537
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477