Mugu fáa útlendska arbeiðsmegi

Mugu fáa útlendska arbeiðsmegi
Meira enn túsund størv innan íslendsku ferðavinnuna mugu mannast við útlendskari arbeiðsmegi, sigur professari við lærda háskúlan í Akureyri
Vøksturin í ferðavinnuni í Íslandi verður so stórur, at neyðugt verður at fáa útlendingar í vinnuna at arbeiða, er metingin hjá professara á lærdum háskúla
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
13.04.2015 - 15:58

- Tað er mær púra greitt, at um talið á útlendskum ferðafólki veksur, soleiðis sum útlit og ábendingar eru um, verður brúk fyri nógv fleiri arbeiðsfólkum í vinnuni.

Tað sigur Edward H. Huijbens, professari við lærda háskúlan á Akureyri, ið eisini stjóri fyri íslendsku ferðavinnu-granskingarmiðstøðina.

Sambært frágreiðing frá íslendska Landsbankanum, er talið av størvum innan ferðavinnuna vaksið úr 9.200 í 2008 upp í 14.600 størv í fjør.

Nógvir útlendingar arbeiða longu í ferðavinnuni

Talið av vitjandi í Íslandi fer væntandi at vaksa úr 1,17 milliónum í ár upp í 1,34 milliónir næsta ár og upp í 1,45 milliónir í 2017.

Innan næstu sjey árini er talið av vitjanum í Íslandi komið upp í tilsamans tvær milliónir, skrivar íslendska blaðið, Vísir.

Nógvir útlendingar arbeiða longu nú innan íslendska ferðavinnuídnaðin. Sambært frágreiðing frá Lærda háskúlanum í Ìslandi eru í løtuni tveir triðingar av arbeiðsmegini í ferðavinnufyritøkum í Íslandi útlendingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870