Val: Stendur á jøvnum í Bretlandi

Val: Stendur á jøvnum í Bretlandi
Dagin fyri parlamentsvalið í Bretlandi stendur á jøvnum millum Konservativa flokkin og Labour
 
06.05.2015 - 11:17

Stórur spenningur er um parlamentsvalið í Bretlandi í morgin, tí tað stendur á jøvnum ímillum teir stóru flokkarnar, Konservativa flokkin og Labour. Samstundis hevur Liberaldemokratiski flokkurin boðað frá, at hann fer at samstarva við tann flokkin sum vinnur valið.

Nýggjastu meiningakanningarnar vísa, at Konservativi flokkurin og Labour fara at fáa 33 prosent av atkvøðunum í part, meðan ein onnur kanning gevur flokkunum 34 prosent í part. 

Tað merkir aftur gongd fyri Konservativa flokkin síðani sunnudagin, tá hann var eitt prosetnstig frammanfyri Labour, samstundis sum Labour stendur í stað.

Meiningakanningarnar vísa, at hvørgin flokkurin fær meiriluta í parlamentinum, og tí stríðast formenninir, David Cameron úr Konservativa flokkinum, og Ed Milband úr Labour fyri at fáa neyðugu atkvøðurnar til vega.

Nick Clegg fríggjar báðar vegir

Samstundis sum Cameron og Miliband stríðast um atkvøðurnar, er líkt til, at formaðurin í Liberaldemokratiska flokkinum og varaforsætisráðharrin, Nick Clegg, fer at missa sín sess í parlamentinum.
Seinastu veljarakanningarnar benda kortini á, at hann verður valdur aftur.
Nick Clegg hevur boðað frá, at Liberaldemokratiski flokkurin er sinnaður at fara undir stjórnarsamstarv við tann flokkin sum vinnur valið, uttan mun til um talan verður um Konservativa flokkin hjá David Cameron ella um Labour hjá Ed Miliband, skrivar blaðið, The Guardian.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847