65 ára gomul átt ferburðar

65 ára gomul átt ferburðar
Í Týsklandi hevur ein 65 ára gomul kvinna átt ferburðar - tríggjar dreingir og eina gentu
65 ára gamla Annegret Raunigk er um fráfaringaraldur - og júst blivin mamma at ferburum.
Mynd: Jöerg Carstensen © Scanpix  
 
23.05.2015 - 16:38

Annegret Raunigk eigur frammanundan 13 børn og sjey ommubørn og fekk keisaraskurð á einum sjúkrahúsi í Berlin.

Hon er elsta kvinna nakrantíð, ið hevur fingið fýra børn í senn, men ikki elsta kvinna, ið hevur átt børn. Í Spania fekk ein 66 ára gomul kvinna tvíburðar í 2006, og í India verður sagt, at ein kvinna fekk tvíburðar 70 ára gomul.

Hóast børnini hjá týsku Annegret Raunigk ikki eru meira enn í 26. viku, nú tey komu í verðina, verður hildið, at tey hava góðar møguleikar at koma undan. 65 ára gamla kvinnan sigur, at hon vildi eftirlíka ynskið hjá yngstu, tíggju ára gomlu dóttur síni um at fáa ein lítlabeiggja ella lítlasystir og hevur verið í Ukraina og fingið viðgerð, so hon kundi gerast við barn.

At kvinnur, ið eru so gamlar fáa viðgerð og gerast við barn, hevur fingið nógva umrøðu í Týsklandi - fyri og ímóti. Annegret Raunigk sjálv sigur seg ikki leggja í, hvat fólk halda. Avgerðin er hennara egna og hon heldur seg vera væl fyri at passa børnini, hon nú hevur fingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155