Vinnuframi stuðlar tveimum telduspølum

Vinnuframi stuðlar tveimum telduspølum
Íverksetarahúsið vónar, at hetta kann vera gjøgnumbrotið.
 
30.05.2015 - 09:13

Vinnuframi hevur játtað stuðul til at menna tvey føroysk telduspøl. Tað skrivar Íverksetarahúsið, sum fegnast um, at tiltakið FT-GameJam nú gevur úrslit.

Bæði telduspølini - tey eita Wormsteak og What Now Teddy - vórðu skapt á júst FT GameJam, sum Íverksetarahúsið skipaði fyri saman við Føroya Tele í januar.

FTGameJam snýr seg um at menna eitt telduspæl frá grundini. Luttakararnir, sum verða skipaðir í bólkar fingu 48 tímar at gera telduspælið.

Higartil hevur tað ikki eydnast nakrari fyritøku í Føroyum at sláa ígjøgnum á marknaðinum fyri telduspøl. Nú verður so ein roynd gjørd at framleiða tvey telduspøl í Føroyum, skrivar Íverksetarahúsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672