Landsrætturin viðger sakarmál móti BankNordik

Landsrætturin viðger sakarmál móti BankNordik
20 húski skutu dómin í Føroya rætti í einum máli um lánstreytir í BankNordik inn fyri landsrættin
 
17.06.2015 - 08:44

Eystari landsrættur er farin at viðgera sakarmálið, sum 20 húski reistu ímóti BankNordik, men sum tey taptu í Føroya rætti.

Tey stevndu bankanum við kravi um, at avtalur um lán, sum tey tóku í 2006 og í 2007, skuldu halda fram sum avtalað, og at bankin hevði ikki rætt til at broyta lánstreytirnar í 2012.

Tey 20 húskini vildu ikki góðtaka dómin í Føroya rætti, og skutu dómin inn fyri landsrættin.

Í gjár varð táverandi privatkundastjórin í BankNordik avhoyrdur, og nøkur av teimum, sum hava stevnt, vórðu avhoyrd av nýggjum.

Læntu 200 milliónir kr.

Í dag halda avhoyringarnar fram, og tá skal stjórin, John Rajani, avhoyrast aftur. Janus Petersen, forstjóri, skal eisini avhoyrast. Hann varð ikki avhoyrdur, tá málið var fyri í Føroya rætti.

Tey umleið 250 húskini læntu umleið 200 milliónir kr. frá BankNordik.

Viðgerðin í landsrættinum heldur fram í dag og til á middegi í morgin. Nær dómur fellur, er ikki greitt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776