Tvær fráboðanir um ólógliga atgongumerkjasølu

Tvær fráboðanir um ólógliga atgongumerkjasølu
Løgreglan fekk tvær fráboðanir, tí fólk royndu at selja atgongumerki til Voxbotn fyri yvirprís. Ein persónur varð eisini tikin við hassji
Løgreglan hevur fingið tvær fráboðanir, tí fólk royndu at selja atgongumerki til Voxbotn fyri yvirprís við vinningi fyri eygað, ið ikki er loyvt
 
28.06.2015 - 09:36

Útselt var til Voxbotn, ið var í Vágsbotni í gjár og nátt. Tí royndu nøkur fólk eisini at selja atgongumerki fyri yvirprís, áðrenn Voxbotn byrjaði, upplýsir vakthavandi á politistøðini.

Áðrenn tónleikatiltakið byrjaði leygardagin, hevði løgreglan fingið tvær fráboðanir, tí fólk royndu at selja atgongumerki við vinningi fyri eygað, og tað er ikki loyvt.

Báðar ferðirnar royndu fólk at selja atgongumerkini á Facebook. Á Facebook royndi ein persónur eisini at selja atgongumerki, sum hann einki átti í.

Ein tikin við hassji

Løgreglan handtók ein mann á Voxbotn, tí maðurin hevði fimm gram av hassji uppi á sær. Maðurin fær tí eina heilsan sendandi frá løgregluni. Annars var friðarligt á Voxbotn, sigur løgreglan.

- Tað vóru nógv full fólk, men tað spældi væl av. Onkur varð koyrdur heim, meðan onkur annar varð hjálptur upp á beinini, sigur vakthavandi á politistøðini.

Á jóansøku varð ein tikin fyri at koyra við kenning um vikuskiftið, meðan ein annar persónur verður skuldsettur fyri brot á lógina um rúsandi evni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996