Dani meldaður fyri brotsverk undir seinna kríggi

Dani meldaður fyri brotsverk undir seinna kríggi
Ein danskur maður er í dag meldaður fyri at hava verið við til at fremja brotsverk undir Seinna Heimsbardaga
 
21.07.2015 - 13:51

Ísraelsmaðurin, Efraim Zuroff, ovasti stjóri fyri deildini á Simon Wiesenthal-stovninum, sum kannar nazistisk krígsbrotsverk, hevur meldað.

Sambært upplýsingum, sum DR.dk hevur fingið, er talan um nú 90 ára gamla Helmuth Leif Rasmussen, ið var hermaður í danska Fríkorpsinum. Hann býr í dag í Keypmannahavnar-økinum.

Efraim Zuroff segði við fjølmiðlar beint eftir at hann hevði meldað Helmuth Rasmussen til løgregluna, at her er talan um tey góðu móti teimum óndu. 

- Eg eri her vegna ofrini og familjur teirra. Og vit vilja, at rættvísi skal sigra. Og fer rættvísi at sigra, er tað sigur fyri okkum øll og fyri Danmark, segði Efraim Zuroff, leiðari fyri kanningardeildini fyri krígsbrotsverk á Simon Wiesenthal-stovninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425