Dómurin í drápsmálinum tann endaligi

Dómurin í drápsmálinum tann endaligi
24 ára gamli Gudmund Olgar Trúgvason tók við dóminum, 13 ára fongsulsrevsing. Ákæruvaldið fer heldur ikki at appellera til Landsrættin
Gudmund Olgar Trúgvason tók við dóminum, ið varð sagdur í Føroya rætti mikukvøldið, í drápsmálinum í Hvalba. Dómurin er tískil endaligur
 
20.08.2015 - 08:11

Ákæruvaldið kravdi í minsta lagi 13 ár. Verjin helt, at revsingin átti í mesta lagi at verða tíggju ár. Føroya rættur segði 13 ár, tí ákærdi maðurin uttan nakað fyrivarni játtaði seg sekan.

Hann drap tilvitaður ein verjuleysan mann, 36 ára gamla Hjalmar Holm, sum hann stakk 12 ferðir í hálsin og í ovara part av bringuni við einum køksknívi.

Treytaður dómur eisini tikin við

Dómurin er felagsdómur. Gudmund Trúgvason varð í oktober í 2012 dømdur 18 mánaða fongsulsrevsing fyri gerðir, sum vóru mettar at vera vandamiklar fyri onnur fólk.

Men av serligum umstøðum vóru 12 av teimum 18 mánaðunum gjørdir treytaðir. Royndartíðin var tvey ár. Drápið í Hvalba hendi í august í fjør, í royndartíðini.

Tí gjørdist treytaði parturin av dóminum frá 2012 virkin aftur í gjár, og teir 12 mánaðirnir, sum annars vóru treytaðir, eru við í dóminum, sum fall í gjárkvøldið.

Endurgjaldskrøv koma kanska frá avvarðandi

Dømdi maðurin skal eisini rinda sakarkostnaðin. Ikki varð nevnt, hvussu stórur, hann er. Á rættarfundinum í gjár boðaði ákærin frá møguligum endurgjaldskrøvum frá teimum avvarðandi hjá Hjalmari Holm.

Gudmund Trúgvason varð eisini skuldsettur fyri at hótta tveir aðrar fangar við einum knívi í køkinum í Varðhaldinum í Mjørkadali tann 10. apríl. Hann noktaði seg sekan í hesi skuldseting.

Og ákærin slepti skuldsetingini, tá rætturin góðtók at viðgera drápsmálið sum ájáttanarmál. Eftir hendingina í Mjørkadali varð Gudmund Trúgvason fluttur í Vestre fængsel í Keypmannahavn.

Játtaði seg sekan í Vestre fængsel

Tað var í Vestre fængsel, sum hann 13. juli segði politinum, at hann játtaði seg sekan í manndrápinum í Hvalba leygarmorgunin 9. august í fjør.

Tá var annars longu avgjørt at hava nevningating í Føroya rætti, sum skuldi byrja 31. august, tí skuldsetti maðurin tók ikki støðu til skuldarspurningin.

- Hann hvørki játtaði ella noktaði seg sekan, tí hann segðí seg einki minnast. Tá rættarfundurin varð settur í gjáramorgunin, var Gudmund Trúgvason framvegis skuldsettur fyri mánndráp.

Ikki fyrr enn rætturin, tá hálvur triði tími var farin av rættarfundinum, kunngjørdi, at málið kundi viðgerast sum játtanarmál, varð skuldsetti maðurin ákærdur.

Skuldsetingin ímóti húseigaranum slept

Maðurin, sum eigur húsini, har drápið varð framt, varð eisini handtikin og skuldsettur fyri manndráp. Tað er vanligt í slíkum førum, tá politiið ikki veit, hvør hevur dripið.

Tá verða øll, sum vóru á staðnum, tikin. Maðurin varð eisini fluttur til Havnar og skuldi í grundlógaravhoyring. Men beint áðrenn grundlógaravhoyringin skuldi byrja 10. august, varð hann latin leysur.

Hann var kortini skuldsettur líka til fyri tíggju døgum síðani, tá hann fekk at vita, at skuldsetingin móti honum var ógrundað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. juli
Søgan um Hank Williams (4:8)
176857
Mánadag 8. juli
RagnarRokk: Victor Vicart um Voidkind
177760
Mánadag 8. juli
Morgunlestur mánadagur 8. juli 2024
177409
Sunnudag 7. juli
EM-tíðindi: 7. juli 2024
177736
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. juli
Video: 5mf kvinnur, eystanstevna 2024
177723
Leygardag 6. juli
Video: 10mf, eystanstevna 2024
177722
Leygardag 6. juli
Video: 6mf menn, eystanstevna 2024
177719