Fólkaflokkurin størstur í nýggjari veljarakanning

bannari
31.08.2015 - 12:49
AktueltPolitikkur
Fólkaflokkurin størstur í nýggjari veljarakanning
Fólkaflokkurin fær 20,4 prosent av atkvøðunum í nýggjari veljarakanning, Javnaðarflokkurin fær 19,3 prosent, og Sambandsflokkurin 19,2 prosent
Fólkaflokkurin er størstur í nýggjari veljarakanning, ið er gjørd undan løgtingsvalinum í morgin
 

Fólkaflokkurin er størsti flokkur í nýggjari veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Kringvarpið og Miðlahúsið. Fólkaflokkurin fær 20,4 prosent av atkvøðunum. Og hetta gevur flokkinum 7 tinglimir.

SÍ EISINI Grafikkur: Her er munurin í veljarakanningunum

Javnaðarflokkurin er næststørstur við 19,3 prosentum av atkvøðunum. men beint í hølunum er Sambandsflokkurin, sum hevur 19,2 prosent. Hetta gevur báðum flokkunum seks tinglimir í part.

Tjóðveldi er á fjórða plássi. Flokkurin fær 16,5 prosent av atkvøðunum og fimm tinglimir, sambært nýggjastu veljarakanningini, Fynd hevur gjørt.

Gongur væl hjá smáu flokkunum

Framsókn fær 11,2 prosent og fýra tinglimir í nýggju veljarakanningini. Miðflokkurin fær 7,4 prosent og tríggjar tinglimir í veljarakanningini.

Nýtt Sjálvstýri fær 5,9 prosent og tveir tinglimir í nýggjari veljarakanning, ið er gjørd áðrenn løgtingsvalið í morgin, 1. september.

893 veljarar svaraðu í kanningini hjá Fynd, sum varð gjørd í gjár, sunnudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. juni
Vikuskiftið 9 juni 2023
158294
Fríggjadag 9. juni
Góðan morgun, Føroyar 9. juni 2023
158264
Fríggjadag 9. juni
Mono - Heimsins topp 5 EDM festivalar (4:5)
158257
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. juni
Veðrið
158291
Mikudag 7. juni
Úr savninum: Urtagarðurin 1:6
158141
Týsdag 6. juni
Veðrið
158130
Sunnudag 4. juni
Møti úr Oasuni í Hoyvík
157918
Sunnudag 4. juni
Andakt við Unn Justinussen
157917