- Vit kunnu ikki sita hendur í favn

- Vit kunnu ikki sita hendur í favn
Lars Løkke Rasmussen forsætisráðharri, hevur boðsent øllum floksleiðarum í Fólkatinginum til snarfundar klokkan 16:30 í dag
Støðan við flóttafólkunum er so álvarsom, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur boðsent øllum floksleiðarum í Fólkatinginum til snarfundar
 
07.09.2015 - 15:58

Støðan við flóttafólkunum er so álvarsom, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur boðsent øllum floksleiðarum í Fólkatinginum til snarfundar um ein hálvan tíma.

Seinasta samdøgrið eru umleið 400 fólk komin til Danmarkar. Forsætisráðharrin leggur dent á, at tey skulu skrásetast í Danmark, hóast fleiri ætla sær til Svøríkis at biðja um friðskjól.

SÍ EISINI Frakland sigur »ja« til 24.000 flóttafólk

Danska løgreglan fekk frammanundan at vita frá Europol og týsku myndugleikunum, at flóttafólk vóru á veg úr Týsklandi til Rødby í Danmark.

- Vit noyðast at hjálpa fólki í neyð. Um vikuskiftið er støðan versnað, og Týskland noyddist, sum umstøðurnar vóru, at lata markið upp, segði Lars Løkke Rasmussen á tíðindafundi seinnapartin.

Danmark fer ikki at sita hendur í favn

Danmark er til reiðar at taka ímóti 100 flóttafólkum, men longu nú eru umleið 400 flóttafólk komin til Danmarkar, segði Lars Løkke Rasmussen, tá hann í gjár hitti týska samveldiskanslaran.

Forsætisráðharrin segði, at tað ber ikki til at senda flóttafólk til Svøríkis, uttan so at svenskir myndugleikar góðtaka tað.

Lars Løkke Rasmussen leggur dent á, at Danmark er ikki partur av evropeiska flóttafólkapolitikkinum, men er partur av Evropa. Tí kunnu vit ikki sita hendur í favn, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233