- Tíðindi, mentan og ítróttur
Býtislykil fyri flóttafólk skal nú roynast í verki
Eini 15 flóttafólk úr Eritrea verða tey fyrstu, sum eftir nýggja býtislyklinum hjá ES verða flogin úr Italia til Norðursvøríki, har tey skulu søkja um friðskjól.
Limirnir í ES-nevndini hava gjørt semju um, hvussu 160.000 av teimum flýddu úr millum annað Eritrea, Sýria og Irak, sum eru komin til Europa, skulu býtast millum lond.
Skipanin skal lætta trýstið, sum er á Grikkaland, Italia og Ungarn, hagar flóttafólk og tilflytarar í hópatali eru komin í seinastuni.
Svøríki er sostatt fyrsta landið, sum skal royna nýggju skipanina hjá ES. Svenska Útlendingastýrið skrivar í tíðindaskrivi, at sviar fara at taka ímóti eini 15 flóttafólki úr Eritrea
160.000 flóttafólk býtast næstu tvey árini
Hetta er partur av eini roynd, har myndugleikarnir skulu vita, hvussu hendan nýggja skipanin virkar í verki. Ætlanin er, at tey 160.000 flóttafólkini skulu býtast innan tvey ár eru liðin.
Parturin hjá Svøriki er 5.700 fólk. Í næstu viku verða nøkur fólk flutt úr Grikkalandi til Luxembourg eftir somu skipan.
Tilsmans skulu 15.600 flóttafólk flytast úr Italia og til onnur ES-lond. Danmark, Bretland og Írland eru í útgangsstøðinum uttan fyri avtaluna, tí tey hava ymisk fyrivarni. Danmark hevur tó lovað at taka móti 1000 flóttafólkum kortini.