Broyttar treytir fyri at innflyta brúktar bilar

Broyttar treytir fyri at innflyta brúktar bilar
Tey, sum innflyta brúktar bilar, hava nú skyldu til at skjalprógva upprunavirðið á bilinum. Ein nýggj kunngerð er komin í gildi
Tey, sum innflyta brúktar bilar, hava nú skyldu til at skjalprógva upprunavirðið á bilinum
 
19.10.2015 - 09:46

Ein kunngerð um skjøl og upplýsingar, sum skjalprógva upprunavirðið á innfluttum, brúktum motorakfari, kom í gildi herfyri. Kunngerðin hevur heimild í einari broyting í lógini um skrásetingargjald.

Lógarbroytingin varð gjørd í vár. Akstovan skal hava at vita, hvussu nógv innfluttir brúktir bilar kostaðu, tá teir vóru nýggir. Hetta skal gerast við váttan frá bilverksmiðjuni.

Ber tað ikki til, krevur Akstovan í staðin fyri, at upprunavirðið verður skjalprógvað við listaprísinum uttan avgjøld og við allari eykaútgerð frá søluumboði, sum bilframleiðarin hevur góðkent.

Til 1. oktober í ár komu 168 brúktir bilar til Føroya, tað eru 60 færri enn í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952