Brúkaraumboð onga viðmerking

Brúkaraumboð onga viðmerking
Brúkaraumboðið hevur onga viðmerking til atfinningarnar hjá Handilsvinnufelagnum um eina torskilda vegleiðing hjá Brúkaraumboðnum
Rannvá Ragnarsdóttir hevur í løtuni onga viðmerking um atfinningarnar hjá Handilsvinnufelagnum um vegleiðingina hjá Brúkaraumboðnum um ómaksgjøld
 
03.11.2015 - 17:48

Brúkaraumboðið, Rannvá Ragnarsdóttir, hevur í løtuni onga viðmerking um atfinningarnar hjá Handilsvinnufelagnum um vegleiðingina hjá Brúkaraumboðnum um ómaksgjøld, sum hevur verið til hoyringar í Vinnuhúsinum.

Rannvá Ragnarsdóttir sigur, at tey fara fyrst at viðgera hoyringarsvarið hjá Handilsvinnufelagnum, áðrenn hon sigur nakað um tað, millum annað, um vegleiðingina skal skrivast av nýggjum, so handilsfólk skilja hana.

Handilsfólk fáa ikki nógv burtur úr at lesa vegleiðingina hjá Brúkaraumboðnum um ómaksgjøld. Stirvið løgfrøðiligt mál í vegleiðingini ger ikki lógina um marknaðarføring skilligari hjá teimum, sum brúka lógina.

SÍ EISINI Halda ikki vegleiðing eigur at setast í gildi

Handiskvinnufelagið mælir tí Brúkaraumboðnum frá at seta vegleiðingina, sum hon nú er orðað, í gildi. Endamálið við vegleiðingini var annars at fáa greiðu á, hvussu handilsvinnan eigur at bera seg at, tá ómaksgjøld verða broytt, og hvørji rættindi, brúkarin hevur, og hvørjar skyldur fyritøkan hevur.

Men tað er miseydnað sambært Handilsvinnufelagnum. Felagið sigur, at av tí at vegleiðingin er skrivað á heldur stirvnum løgfrøðiligum máli, tykist hon ikki vera vegleiðing, sum serliga er ætlað vinnuligum fyritøkum.

Finnast at vegleiðing

Vegleiðingin fer ikki at gera tað lættari hjá vinnuni at halda marknaðarføringarlógina. Vegleiðingin ger tað ikki lættari at skilja lógina. Hon er rætt og slætt ikki nóg brúkaravinarlig.

Handilsvinnufelagið biður Brúkaraumboðið um at tilskila júst hvørji feløg ella hvat slag av fyritøkum skulu brúka vegleiðingina.

Nøkur feløg í Vinnuhúsinum hava havt vegleiðingina til ummælis. Tey eru á einum máli um, at ilt er at meta um, júst hvørji kundasambond vegleiðingin umfatar.

SÍ EISINI Handilsfólk vilja hava neyvari vegleiðing

Talan er um limir í Samskifti, Ferðavinnufelagnum, KT-felagnum og Handilsvinnufelagnum. Og Handilsvinnufelagiðið vil eisini hava Brúkaraumboðið at bjóða til hoyringarfund.

Har skal vera møguleiki at greiða frá endamálinum við vegleiðingini og svara spurningum frá vinnuni og hoyra hennara sjónarmið um vegleiðingina.

Vegleiðingin, sum er 17 síður, er um grein 15 í lógini um marknaðarføring, sum er um møguleikan at broyta ómaksgjøld ella áleggja nýggj ómaksgjøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982