Flogferðslan í Týsklandi løgd lamin

Flogferðslan í Týsklandi løgd lamin
Øll flogferðslan hjá Lufthansa í Týsklandi er avlýst í morgin. Starvsfólk og leiðsla í felagnum eru ósamd um eftirlønarviðurskiftini
Hundraðtals flogferðir hjá Lufthansa eru avlýstar í Týsklandi síðani fríggjadagin. Í morgin leggja starvsfólkini niður alt arbeiðið til á midnátt fríggjadagin, tí tey eru ónøgd við eftirlønarviðurskiftini
Mynd: AP  
 
10.11.2015 - 14:29

Týska flogfelagið, Lufthansa, hevur síðani fríggjadagin avlýst hundraðtals flogferðir. Starvsfólk hjá felagnum hava lagt arbeiðið niður, tí tey eru ikki nøgd við arbeiðsviðurskiftini.

Starvsfólkini hjá Lufthansa halda, felagið eigur at bøta um møguleikarnar hjá starvsfólkunum at fara frá fyri aldur tíðliga, men tí er leiðslan ikki samd í.

Umboð fyri starvsfólkini og leiðsluna hjá Lufthansa hava síðani fríggjadagin roynt at semjast, men higartil uttan eydnu. Tí verður arbeiðssteðgurin nú víðkaður.

Leggja nú alt arbeiðið niður

Alt arbeiðið verður lagt niður frá mikumorgninum til á midnátt fríggjadagin, siga umboð fyri starvsfólkini hjá Lufthansa, sambært tíðindastovuni, Asociated Press.

Arbeiðssteðgurin hevur longu rakt túsundtals ferðafólk, ið hava flogið við Lufthansa síðani fríggjadagin. Nú fara enn fleiri ferðafólk at merkja arbeiðssteðgin.

Fakfelagið vil tryggja teimum 19.000 starvsfólkunum betri eftirlønarviðurskifti, fara tey frá fyri aldur tíðliga. Flogfelagið vil tó ikki ganga við til krøvini hjá fakfelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100