Yvirfriðingarnevndin góðkent útbygging við treytum

Yvirfriðingarnevndin góðkent útbygging við treytum
Tórshavnar kommuna sleppur at útbyggja havnarlagið, men treytin er, at ætlaða grótkastið verður flutt suðureftir
Útbyggingin við Skansan hevur verið nógv umstrídd
 
23.12.2015 - 12:43

Yvirfriðingarnevndin er í dag komin við endaliga svarinum upp á umbønina hjá høvuðsstaðarkommununi um at sleppa at útbyggja Tórshavnar Havn. Ein umbøn, sum Tórshavnar Havn sendi 20. oktober í ár í broyttari útgávu. 

Nevndin sigur, at Havnar Skansi er ein týdningarmikil útsýnisstaður í Føroyum, og metast má, at havnarútbyggingin fer at gera hetta fyri almenningin so virðismikla útsýnið frá Skansanum verri.

Eisini hóast kommunan hevur minkað verkætlanina í mun til upprunauppskotið.

Tí er semja í Yvirfriðingarnevndini um, at tað skal tryggjast at havnaútbyggingin tekur atlit til at útsýnið verður darvað minst møguligt og at útsýnið frá Skansanum og fría útsýnið út á havið í størst møguligan mun verður varðveitt.

Grótkastið fyllir ov nógv

Yvirfriðingarnevndin metir, at grótkastið fyllir ov nógv, og sigur at staðsetingin av grótkastinum má broytast soleiðis at útsýnið ikki verður órógvað. Tí setir nevndin ta treyt, at grótkastið verður flutt nakað suðureftir.

Hetta merkir, at byrjanin til grótkastið verður flutt suðureftir og eisini út um eina 100 metrar verndarlinju úr skansanum.

Eisini er tað ein treyt, at byggisamtyktin fyri havnarøkið verður broytt so hon samsvarar við tað, sum kommunan hevur boðað frá í einum telduposti 19. november í ár.

Nevndin sigur so eisini, at um Tórshavnar Havn fyri at fáa meira pláss afturfyri tað minkaða økið í norðara endanum, ætlar at víðka økið eystureftir og í ein landsynning, so er tað í lagi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Morgunlestur fríggjadagur 13.februar 2026
203860
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117
Hósdag 12. februar
Filip: Tað er løtan
204118
Hósdag 12. februar
Jóhanna: Tey dansa eins og skuggar
204119
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114