Kynsligur ágangur skelkar Týskland

Kynsligur ágangur skelkar Týskland
80 kvinnur hava meldað kynslig álop og rán framdan av monnum nýggjársaftan á høvuðsjarnbreytarstøðini í týska býnum, Köln
Borgarstjórin í týska býnum, Köln, hevur kallað løgregluna saman til kreppufundar, eftir at umleið 80 kvinnur hava meldað kynslig álop og rán
Mynd: AP  
 
05.01.2016 - 17:08

Borgarstjórin í týska býnum Kölln hevur kallað løgregluna saman til kreppufundar, eftir at eini 80 kvinnur hava meldað kynslig álop og rán framdan av monnum nýggjársaftan á høvuðsjarðnbreytarstøðini í býnum.

Álopini vóru so mong, ógvuslig og eisini skipað, at týsku myndugleikarnir eru skelkaðir. Eini 1000 fullir og harðligir menn vóru uppi í álopunum, skrivar BBC.

Greinin heldur fram niðanfyri

Løgregluovastin, Wolfgang Albers sigur, at talan er um "eitt púrasta nýtt vavi av harðskapi." Menninir vóru av arabiskum ella Norðurafrikanskum uppruna, sigur løgregluovastin.

Kvinnur vórðu eisini álopnar í Hamburg og Stuttgart nýggjársaftan. Men mongu harðsskapsálopini í Köln vóru meira ógvuslig, skriva týskir miðlar.

Í minsta lagi ein kvinna varð neyðtikin, og krámað varð uppi í mongum øðrum. Flestu meldini snúgva seg um rán. Ein kvinnuligur hjálpari hjá politinum var millum tær, sum vóru fyri kynsligum álopum.

Álopini tykjast skipað

BBC skrivar, at tað, sum hevur skelkað mest, er, at álopini tykjast at hava verið skipað. Eini 1000 menn komu til jarnbreytarstøðina í stórum bólkum, og eftir øllum at døma við tí í hyggju at fremja álop á kvinnur.

Løgreglan roynir nú at fáa staðfest, um menninir høvdu skipað álopini á sosialu miðlunum frammanundan. Borgmeistarin í Köln, Henriette Reker, kallar álopini "andstyggilig."

- Vit kunnu ikki lata hetta gerast eitt lógleyst øki, sigur hon við BBC. Henriette Reker, borgmeistari var stungin í nakkan í oktober, dagin fyri valið. Maðurin, sum er handtikin fyri álopið, var í øðini um tilflytarapolitikkin hjá Týsklandi, siga myndugleikarnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098

Annað frá KVF