- Tíðindi, mentan og ítróttur
Undrast á marknaeftirlit
Undrast á marknaeftirlit
Týska marknaløgreglan undrast á eftirlitið, sum Danmark nú hevur sett í verk við markið millum Týskland og Danmark
Mynd: AP
05.01.2016 - 09:24
Ein talsmaður fyri týsku marknaløgregluna í Bayern sigur við Danmarks Radio, at tað bara eru heilt fá flóttafólk og tilflytarar, sum nú brúka Týskland sum millumlið fyri at koma til Norðurlond.
Frank Koller sigur, at nýggju mannagongdirnar hava verið virknar í ein góðan mánað.
- Tey, sum ikki søkja friðskjól í Týsklandi, men vilja halda fram norðureftir, verða í stundini send aftur til Eysturríkis, sigur Frank Koller sambært DR.
Talsmaðurin sigur, at hetta er eitt tiltak, sum týska marknapolitiið hevur sett í verk, ikki minst fyri at vísa umhugsni fyri skandinavisku grannalondunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV