Nógvar familjur í fátækraváða

Nógvar familjur í fátækraváða
Stóri parturin av støkum uppihaldarum í Føroyum, sum hava børn undir skúlaaldur, vóru í fátækraváða fyri tveimum árum síðani
68,4 prosent av einsamøllum foreldrum, har yngsta barnið var fimm ár ella yngri, vóru í fátækraváða í 2013, sambært Hagstovuni
 
18.01.2016 - 08:27

Sambært Hagstovuni vóru 53,5 prosent av einsamøllum foreldrum, har sum yngsta barnið var fimm ár ella yngri, í fátækraváða í 2010. Trý ár seinni, í 2013, var talið komið upp í 68,4 prosent.

68,4 prosent av støku uppihaldarunum, sum høvdu børn fimm ár ella yngri, vóru í fátækraváða í 2013, upplýsir Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, í svari til Jenis av Rana, løgtingsmann.

Landsstýriskvinnan hevur ikki nýggjari tøl enn tey frá 2013 í svari sínum. Hjá støkum uppihaldarum, har sum yngsta barnið er millum seks og 17 ár, var støðan frægari. Men eisini hjá teimum versnaði hon frá 2010 til 2013, úr 30,6 prosentum upp í 36 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655