Gott ár hjá donsku fiskivinnuni

Gott ár hjá donsku fiskivinnuni
Hjá donskum fiskimonnum var 2105 tað besta árið síðani í 2002. Orsøkin var hækkandi prísir og størri kvota av brislingi
 
24.01.2016 - 16:12

Hækkandi prísurin fyri brisling hevði við sær, at danska fiskivinnan hevði ein umsetning sum var 3,4 milliardir kr., eina hálva milliard meir enn í 2014.

Tá talan er um matfisk, so var minni av fiski landaður, men príshækking hevði við sær, at úrslitið var betri enn árið fyri.

Munandi betri úrslit enn í 2014

Tá talan er um ídnaðarfisk, fiskaðu skipini ein triðing meir, og tá prísurin samstundis hækkaði, var úrslitið munandi betri enn í 2014.

Í fjør fiskaðu donsku skipini sløk 320.000 tons av brislingi, og tey vórðu seld fyri 570 milliónir kr. Tað vóru 270 milliónir meir enn í 2014.

- Ídnaðarfiskiskapurin hevur sera stóran týdning fyri danska samfelagið, og ikki minst fyri útjaðaran. Tí er neyðugt, at donsku polittikararnir støðugt virka fyri at fáa størri kvotur til vega, sigur formaðurin í danska Fiskimannafelagnum, Svend-Erik Andersen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098