Doyði bara 48 kilometrar frá málinum

Doyði bara 48 kilometrar frá málinum
Bretin Henry Worsley, ið ætlaði at verða tann fyrsti at ganga tvørturum suðurpólskringin einsamallur, doyði í morgun á sjúkrahúsi í Suðuramerika
Bretski ævintýrarin, Henry Worsley, doyði í morgun á einum sjúkrahúsi í Kilenska býnum, Puntas Arenas. Hann var bara 48 kilometrar frá at náa málinum at gerast tann fyrsti, ið gekk einsamallur tvørturum Antarktis
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
25.01.2016 - 13:22

Bretski ævintýrarin, Henry Worsley, doyði í morgun á einum sjúkrahúsi í Kilenska býnum, Puntas Arenas, í royndini hjá sær at seta met.

Henry Worsley var bert 48 kilometrar frá at røkki máli sínum at gerast hin fyrsti nakrantíð at ganga einsamallur tvørturum Antarktis, tá ein tyrla mátti koma eftir honum fríggjadagin.

Greinin heldur fram niðanfyri

Lívið hjá Henry Worsley stóð kortini ikki til at bjarga, og hann doyði í morgun, 55 ára gamal. Hann hevði hevði ætlanir um fullføra ferðina, ið Sir Ernest Shackleton heldur ikki megnaði at fullføra fyri júst 100 árum síðan.

Teinurin til gongu tvørturum Antarktis er 1770 kilometrar, og Worsley væntaði at nýta 75 dagar um ferðina.

Fríggjadagin hevði hann gingið 1722 kilometrar í 71 dagar. Tá var Henry Worsley so niðurundirkomin av sjúku, møði og vætumissi, at tyrla mátti fara eftir honum og flyta hann á sjúkrahús.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425