OPEC: Oljuprísurin fer at hækka aftur

OPEC: Oljuprísurin fer at hækka aftur
Felagskapurin hjá oljulondunum, OPEC, sigur seg vænta, at oljuprísurin fer at hækka aftur seinni í ár, tá javnvág kemur í útboð og eftirspurning
OPEC væntar, at oljuprísurin fer at hækka aftur sum líður á árið. Í frágreiðingini fyri januar, sigur felagskapurin, at javnvág fer at koma fer at koma í aftur útboðið og eftirspurningingin eftir olju
 
25.01.2016 - 08:39

Í frágreiðingini fyri januar, sigur felagskapurin, at javnvág fer at koma fer at koma í aftur útboðið og eftirspurningingin eftir olju.

OPEC fer framvegis at selja nógva olju, og endamálið er at fáa USA at gevast við at leggja so stóran dent á sonevndu skiferoljuna, sum nú ger, at USA fyri fyrstu ferð í 40 ár, hevur givið loyvi til at útflyta olju.

Saudiarabia er sera misnøgt við, at USA hevur so nógva skiferolju, tí tað ger, at landið ikki keypir so nógva olju úr Saudiarabia, sum landið hevur gjørt.

SÍ EISINI Lægsti oljuprísur í 13 ár

Tí ynskir Saudiarabia at halda prísin lágan, tí sum frálíður, fer tað ikki at loysa seg hjá USA at halda fram við at útvinna skiferoljuna, og so fer prísurin at hækka aftur.

Londini í OPEC eru eisini samd um, at lági prísurin fer at hava við sær, at oljulond sum eru uttanfyri felagskapin, fara at minka um sína oljusølu.

Sølan gevur hall, og tað fer so at hava við sær, at oljuprísurin fer at hækka, stendur í frágreiðingini fyri januar hjá OPEC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425