IMF og Heimsbankin hjálpa

IMF og Heimsbankin hjálpa
Altjóða Valutagrunnurin og Heimsbankin eru nú farnir til verka, fyri at royna at hjálpa londum sum eru komin í trongstøðu av lækkandi oljuprísunum
Heimsbankin og Altjóða valutagrunnurin, IMF, umrøða í løtuni ein hjálparpakka uppá fýra milliardir dollarar til Aserbadjan, ið er komið í fíggjarliga trongstøðu
 
28.01.2016 - 16:48

Fleiri hjálparpakkar eru á veg, skrivar Financial Times. Í løtuni eru umboð fyri stovnarnar á vitjan í Aserbadjan, fyri at umrøða ein hjálparpakka uppá fýra milliardir dollarar.

Hjálparpakkin til Aserbadjan er tann fyrsti av nógvum hjálparpakkum, sum IMF og Heimsbankin mugu koma við, fyri at hjálpa londum, sum eru komin í neyð av lækkandi oljuprísunum.

Kreppan í Aserbadjan kemur av lækkandi oljuprísunum, tí 95 prosent av inntøkunum stava frá olju og gassi. Síðani prísurin tók at falla, hevur stjórnin í fyrrverandi russiska lýðveldinum roynt at fáa tamarhald á støðuni.

Aserbadjan hevur biðið um hjálp

Eftir at hava nýtt helmingin av valutagoymslunum, gekk ikki longur, og í desember bað Aserbadjan um fíggjarliga hjálp.

Vánaliga gongdin hevur havt við sær, at gjaldoyrað í landinum er minkað við einum triðingi, og landið sær seg ikki ført fyri at broyta gongdina, og hevur tí biðið um hjálp.

Finacial Times skrivar, at fylgt verður við gongdini í fleiri øðrum londum, millum annað í Brasil og Ekvador.

Heimsbankin rópti varskó

Í farnu viku metti heimsbankin, at miðaloljuprísurin í ár verður 35 dollarar fyri tunnuna, og tí henda ikki stórvegis broytingar.

Heimsbankin ávaraði um, at gongdin sum nú er í Kina, sum keypir nógva olju, helst fer at halda fram í nøkur ár aftrat.

Somu boð hevði stjórin í Altjóða Valutagrunninum, Christine Lagarde, tá hon fyrst í árinum hitti Nigeria, ið selur nógva olju, og sum hevur størsta búskapin í Afrika.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375