Fleiri deyð í jarðskjálvta

Fleiri deyð í jarðskjálvta
Ein jarðskjálvti rakti í gjárkvøldið Teivan. Eini háhús rapðu og tað hevur kravt fleiri mannalív
Bygningurin sum rapaði var í 17 hæddum
Mynd: Reuters  
 
06.02.2016 - 13:33

Í minsta lagi 11 fólk, teirra millum eitt pinkubarn, lótu lív, tá ein bygningur í 17 hæddum hæddum rapaði í teivanska býnum Tainan í gjárkvøldið eftir harða jarðskjálvta í býnum.

60 íbúðir vóru í bygninginum, og umleið 240 fólk búðu í teimum. Fýra aðrir bygningar í býnum eru eisini rapaðir. Stúrt verður fyri, at fleiri liggja deyð í húsatoftunum.

Harður skjálvti

Jarðskjálvtin varð tíðliga í morgun, og hann varð mátaður til 6,4 á richtertalvuni. Meiri enn 500 fólk hava verið til kanningar á sjúkrahúsi, men tey flestu eru nú útskrivað.

Jarðskjálvtin hevði miðdepil góðar 40 kilometrar í landsynning úr Tainan, har tvær milliónir fólk búgva. Vandi er tó ikki fyri, at jarðskjálvtin fer at elva til eina flóðaldu, siga myndugleikarnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425