Vatnið rennur undan í New Delhi

Vatnið rennur undan í New Delhi
Fleiri enn 20 milliónir fólk í New Delhi í India hava ikki atgongd til vatn. 10 fólk eru deyð í ófriði, ið hevur tikið seg upp av vatnneyðini
Myndugleikarnir í New Delhi koyra vatn út í tangabilum til fólk í indiska høvuðsstaðnum, nú vatnneyð valdar
Mynd: AP  
 
22.02.2016 - 14:13

- Vit hava einki vatn eftir. Tað síðsta fór í morgun, sigur ein ráðharri hjá indisku stjórnini sambært indiska blaðnum, Hindustan Times.

Myndugleikarnir í New Delhi hava gjørt av at steingja skúlar og arbeiðspláss, nú vatnneyð er í høvuðsstaðnum. Enn er óvist hvussu leingi.

Vatnið verður nú eisini skamtað. Tað hevur elvt til øsing, at nøkur starvsfólk hjá stjórnini og sjúkrahús sleppa undan vatnskamting.

Fáa bara ein fjórðing av vanligu nøgdini

Vanliga fáa teir umleið 25 milliónir íbúgvarnir í New Delhi 3,7 milliardir  litrar av vatni hvønn dag. Tað talið er nú minkað niður í næstan ein fjórðing.

Myndugleikarnir klára bara at geva fólkinum í New Delhi umleið eina milliard litrar av vatni um samdøgrið.

Ófriður er eisini brostin á í indiska høvuðsstaðnum, nú vatnneyð er. Minst 10 fólk eru deyð, og 150 hava fingið skaða í ófriðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375