Senda flogseðlar inn yvir Norðurkorea

Senda flogseðlar inn yvir Norðurkorea
Suðurkoreanarar ætlar at senda fleiri milliónir flogseðlar inn yvir Norðurkorea, hóast tað fer at gera viðurskiftini millum bæði londini enn verri
Suðurkoreanar finnast hvassliga at norðurkoreansku myndugleikunum. Nú ætla teir at senda tíggju milliónir flogseðlar aftrat inn yvir Norðurkorea
 
21.03.2016 - 22:43

Í dag skutu noðurkoreanarar sambært suðurkoreanskum myndugleikum, rakettir úr býnum Hamhung har suðuri í landinum út í havið

Fríggjadagin skeyt Norðurkorea miðalrakettir út í japanska havið, hóast ST og USA hava hert tiltøkini móti Norðurkorea.

6. januar gjørdi Norðurkorea eina kjarnorkuroyndarspreinging, ta fjórðu síðan 2006. Suðurkoreansk atgerðarfólk, aktivistar, teirra millum fleiri norðurkoreanarar, sum eru flýddir til Suðurkorea, hava í fleiri ár slept flogseðlum um markið.

Finnast hvassliga at Norðurkorea

Á flogseðlunum verður funnist hvassliga at norðurkoreansku myndugleikunum. Nú ætla teir at senda tíggju milliónir flogseðlar aftrat inn yvir Norðurkorea.

Í januar sendi Norðurkorea eina millión flogseðlar inn yvir Suðurkorea, har funnist varð at suðurkoreanska forsetanum, Park Geun-Hye.

Suðurkoreansku myndugleikarnir hava fyrr sent propaganda í risastórum hátalarum um væl varda markið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375