- Tíðindi, mentan og ítróttur
Suðurafrikanski forsetin biður um umbering
Forsetin í Suðurafrika, Jacob Zuma, hevur biðið fólkið um umbering fyri at hava órógvað tey, nú stýrisskipanardómstólurin er komin til ta niðurstøðu, at forsetin av órøttum hevur brúkt almennar pengar.
Teir eru brúktir at byggja ein svimjihyl og ein leikpall uttan fyri privatu hús forsetans.
Almenni ákærin fyri nevndina, ið mótarbeiðir mutri, gjørdi í 2014 ein úrskurð og segði, at Jacob Zuma hevði brúkt 150 milliónir krónur uppá heim sítt í KwaZulu Natal landspartinum, og at hann skuldi rinda ein part av pengunum aftur.
Tað gjørdi Jacob Zuma ikki, og tí fór málið fyri stýrisskipanardómstólin. Hann sigur, at tá forsetin ikki hevur goldið, hevur hann brotið stýrisskipanina.
Krevja, at forsetin leggur frá sær
Tveir andstøðuflokkar í Suðurafrika løgdu málið fyri dómstólin, og nú dómur er fallin, krevur andstøðan, at Jacob Zuma leggur frá sær sum forseti.
Men Gwede Mantashe, aðalskrivari í stjórnarflokkinum ANC sigur, at andstøðan ger ov nógv av.
Jacob Zuma sigur, at hann virðir dómin og fer at gera eftir honum.
Í eini sjónvarpsrøðu segði forsetin, at tað, hann hevur gjørt, var gjørt í góðari trúgv, og at hann ikki við vilja hevur brotið stýrisskipanina, men at ymisk sjónarmið í løgfrøðiligu ráðgevingini, hann hevur fingið, hava volt til støðuna.
Síðani Jacob Zuma gjørdist forseti í Suðurafrika í 2009, hevur stjórn hansara javnan verið fyri ákærum um mutur og fyri at reka vina- og kenningapolitikk.
-----