Umfatandi mál um skattaskjól komið undan kavi

Umfatandi mál um skattaskjól komið undan kavi
Forsetar, forsætisráðharrar, fótbóltsstjørnur hava stovnað feløg, so teir skuldu sleppa undan at gjalda skatt
 
04.04.2016 - 12:17

Tað hevur loypt hvøkk á allan heimin, at forsetar, forsætisráðharrar, fótbóltsstjørnur og onnur hava stovnað feløg, sum hava til endamáls at sleppa undan skatti.

Miðamerikanska advokatfyritøkan, Mossack Fonseca, hevur hjálpt øllum hesum at stovna feløgini, sum virka í londum, ið veita skattaskjól.

Nú eru ikki færri enn 11,5 milliónir skjøl frá advokatfyritøkuni likin út. Sambært teimum hava vinfólk hjá Vladimir Putin, forseta í Russlandi, flutt ikki færri enn 13 milliardir kr. millum bankar og loynilig feløg, sum Mossack Fonseca hevur hjálpt teimum at stovna.

Íslendski forsætisráðharrin vavdur upp í

Forsetin í Ukraina, Petro Porosjenko, er á listanum yvir persónar, sum krógva pening, til tess at sleppa undan skatti.

Kendi fótbóltsspælarin hjá FC Barcelona, Lionel Messi, hevur eisini eitt felag, sum Mossack Fonseca hevur hjálpt honum at stovna. Sambært skjølunum verður felagið brúkt til at krógva pening fyri skattamyndugleikunum.

Í Ìslandi er komið undan kavi, at sjálvur forsætisráðharrin, Sigmundur Davið Gunnlaugsson, er vavdur upp í eitt mál um skattaskjól. Skjølini vísa, at hann saman við konu síni hevur átt í einum felag á brestku Jómfrúoyggjunum, uttan at hava greitt altinginum frá tí.

SÍ EISINI Danskir bankar hjálpa kundum við skattaskjóli

Fyritøkan kallaðist Wintris Inc., sum krógvaði fleiri milliónir dollarar fyri skattavaldinum, meðan fíggjarkreppan herjaði í Íslandi. Sjálvur noktar forsætisráðharrin fyri, at hann hevur dult hesar upplýsingar fyri almenninginum.

Í eini sjónvarpssending, sum danska kringvarpið sendi í gjárkvøldið, kom fram, at Nordea, sum er næst størsti banki í Danmark, og Jyske Bank hava brúkt Mossack Fonseca at stovna loynilig feløg fyri ríkar kundar, ið vilja sleppa undan at gjalda skatt.

Miðamerikanska advokatfyritøkan varð stovnað í 1977, og sambært Politiken, ið hevur greinað skjølini, hevur Nordea-bankin í Luksemburg útvegað viðskiftafólkum sínum í minsta lagi 369 loynilig feløg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327