Varðhaldsfongslaður í 14 dagar

Varðhaldsfongslaður í 14 dagar
Ein 25 ára gamal maður er í Føroya Rætti varðhaldsfongslaður í 14 dagar í einum máli um rúsevnasmugling. Ein annar maður er leyslatin aftur
Ein 25 ára gamal maður er varðhaldsfongslaður í 14 dagar í einum máli um rúsevnasmugling, ið Føroya Rættur viðgjørdi fyri dupultafturlatnum hurðum mikudagin
 
07.04.2016 - 14:49

25 ára gamli danin og ein føroyingur, um 40 ára aldur, vóru í gjár til grundlógaravhoyring í einum máli um brot á lógina um euforiserandi evni. Danin skal sita avbyrgdur fyrru vikuna..

SÍ EISINI Grundlógaravhoyring fyri afturlatnum hurðum

Føroyingurin er latin leysur, men hann er framvegis skuldsettur í málinum. Danin kom við flogfari til Føroya í gjár, og varð handtikin á flogvøllinum.

Ákærin, Martin Gravesen, vil einki siga um málið, sum varð viðgjørt fyri dupultafturlatnum hurðum. Dómarin tók undir við hesum, og fjølmiðlar og almenningurin vórðu koyrd úr rættarsalinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541