- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri avdúkingar um skattaskjól
Panama-skjølini fevna um ikki færri enn 11,5 milliónir skjøl, sum hava samband við advokatfelagið Mossack Fonseca í Panama.
Mossack Fonseca hevur gjørt sær tað til sergrein at stovna feløg fyri viðskiftafólk, sum vilja hava frið fyri almenna áhuganum, men hesi skuffufeløg verða nógv brúkt til at sleppa sær undan skatti.
Í dag kunnger bretska blaðið The Sunday Times heili 37.000 nøvn á feløgum, sum Mossack Fonseca hevur stovnað fyri síni viðskiftafólk.
Síðan stóru avdúkingina síðsta sunnudag hevur eitt nú bretski forsætisráðharrin verið í trongum skóm. David Camerom hevði partabrøv í einum felagi í skattaskjóli, sum pápi hansara átti. Hetta felagið hevði høvuðssæti í Bahamaoyggjunum. Men Cameron seldi partabrøvini fyri umleið 30.000 pund – 300.000 krónur – í 2010, áðrenn hann gjørdist forsætisráðharri, og skattur varð goldin av vinninginum. Í Íslandi noyddist Sigmundur Davíð Gunnlaugsson at leggja frá sær sum forsætisráðharri í kjalarvørrinum á avdúkingum um hansara samband við felag í skattaskjóli.
Samanlagt eru higartil okkurt um 140 stjórnarleiðarar og leiðandi politikarar úr fleiri enn 50 londum settir í samband við feløg í skattaskjóli, umframt vinnulívsfólk, ítróttarfólk og onnur.
Nú kemur so ein listi við teimum 37.000 nøvnunum aftrat á feløgum, sum Mossack Fonseca hevur stovnað. Í fyrstu atløgu eru tað haldararnir hjá The Sunday Times, sum sleppa framat listanum.