Abu Sayyaf avrættað ein gísla í Filipsoyggjum

Abu Sayyaf avrættað ein gísla í Filipsoyggjum
Ein 68 ára gamlan kanadiari er avrættaður í býnum Jolo í Filipsoyggjunum. Hann er hildin gísli saman við einum øðrum kanadiara og einum norðmanni
Norðmaðurin, Kjartan Sekkingstad (hm), saman við báðum kanadisku gíslunum. John Ridsdel situr í miðjuni. Myndir er grabbað úr einum sjónbandi, sum Abu Sayyaf sendi út

26.04.2016 - 11:03

Kanadiska og norska sendistovan hava fingið boðini.

Kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, váttaði ígjárkvøldið, at talan er um John Ridsdel, sum er avrættaður.

- Vit fordøma kaldblóðuga drápið. Ábyrgdin liggur fult og heilt hjá yvirgangsbólkurin, segði Trudeau á tíðindafundi.

Norðmaður er eisini gísli

56 ára gamli norðmaðurin, Kjartan Sekkingstad, hevur seinastu tíðina verið hildin gísli saman við báðum kanadiarunum.

Abu Sayyaf hevði sett evstamark fyri at rinda loysipeningin til klokkan trý ígjár - lokala tíð.

Yvirgangsbólkurin hevur kravt umleið 180 miljónir krónur fyri at lata leysar allar tríggjar menninar, sum vórðu tiknir til gísla samstundis.

Bólkurin hevur fyrr sett evstamark, men hesa ferð avrættaður teir ein av gíslunum, skrivar AP.

Stjórnardeildir leita eftir gíslunum

Teir tríggir menninir vóru tiknir til gísla á frítíðarstaðnum, Oceanview Resort á oynni Samal útfyri Min-danao har suðuri í Filipsoyggjunum 22. september í fjør.

Stjórnarherdeildir í Filipsoyggjunum hava í fleiri umførum leitað eftir monnunum.

Miðskeiðis í marsmánað lótu sjey limir í Abu Sayyaf lív undir leitingini. Harumframt hava 16 hermenn fingið løstir í samanbrestum, sum hava varað upp í fleiri tímar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804