Hjúnarbandslógin til triðju viðgerð nú

Hjúnarbandslógin til triðju viðgerð nú
Andstøðan hevur lagt fram broytingaruppskot, um at fáa broytingarnar í hjúnarbandslógina út til fólkaatkvøðu
Nógvir áhoyrarar vórðu møttir til tingfundin í morgun
Mynd: Liljan Weihe  
 
29.04.2016 - 10:50

Løgtingið samtykti við aðru viðgerð týsdagin broytingarnar í hjúnabandslógini, sum fara at loyva samkyndum pørum at verða borgarliga vígd í Føroyum.

Eftir drúgva viðgerð, vóru tá ið saman um kom 19 tinglimir fyri uppskotinum og 14 vóru ímóti. Umframt allar 16 samgongutinglimirnar og Sonju Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinnu, atkvøddu sambandstingmenninir Edmund Joensen og Magni Laksáfoss fyri uppskotinum.

Broytingaruppskot

Undan tingfundinum er greitt, at teir fýra andstøðuflokkarnir í løgtinginum fara at gera enn eina roynd at fáa broytingarnar í hjúnarbandslógina út til fólkaatkvøðu.

Tað váttaði Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, í samrøðu við útvarpið í gjárkvøldi.

Hóast bara 16 atkvøður vóru fyri, meðan 17 atkvøður vóru ímóti at senda málið út til fólkaatkvøðu, tá løgtingið hevði 2.viðgerð av hjúnarbandslógini, so hevur Jógvan á Lakjuni vónir um at løgtingið nú undir 3.viðgerð fer at taka undir við at senda tað út til fólkaatkvøðu.

Gamalt lyfti skal haldast

Jógvan á Lakjuni minnir Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi, á tað lyfti, hann gav av tingsins røðarapalli í mars mánað í 2014.

Tá viðgjørdi løgtingið eitt uppskot frá júst Høgna Hoydal og Gunvør Balle, sum vegna Tjóðveldi løgdu fram uppskot um at broyta stýrisskipanarlógina soleiðis, at ein minniluti av løgtinginum altíð kundi fáa eitt mál út til fólkaatkvøðu.

Jógvan á Lakjuni minnir Høgna Hoydal á hetta lyfti, nú løgtingið í dag skal taka støðu til, um broytingarnar í hjúnarbandslógini skulu til fólkaatkvøðu.

Meira um málið í tíðindasendingini kl. 12.20

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Hósdag 25. desember
Margreta
201861