Uppskriftin uppá langt lív: Et rá egg og kjøtfars

Uppskriftin uppá langt lív: Et rá egg og kjøtfars
Tað sigur Emma Morano, sum nú er heimsins elsti persónur, 116 ára gomul
Emma Morano frá Piemonte-økinum í útnyrðings-Italia er heimsins elsti persónur. Hon hevur upplivað tvey heimskríggj
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
14.05.2016 - 10:18

Emma gjørdist heimins elsti persónur, eftir at heimsins elsti persónur, Susannah Mushatt Jones, doyði hósdagin, 116 ára gomul.

Susannah varð fødd 6. juli 1899 í Montgomery í Alabama, og varð góðar fýra mánaðir eldri enn italska Emma Santoni, sum nú hevur tikið heitinum, sum heimsins elsta fólk.

Emma Morano er fødd 29. november 1899, og er sostatt 116 ára gomul. Hon er helst seinastu persónur, sum er føddur í 1800-talinum, sum er á lívi.

Rá egg og kjørtfars

Og uppskriftin at gerast so gomul, er at eta tvey rá egg um dagin. Tey vóru ráðini, sum hon fekk frá læknanum sum 20 ára gomul, og tað hevur hon gjørt líka síðan. 

Og tað loysir seg eisini at eta kjøtfars, - men í smáum nøgdum, regluliga.

Emma hevur eisini víst á veruleikan, at hon fór frá manni sínum í 1938, og hevur verið støk síðani tá.

Væl fyri

Í dag er 116 ára gamla Emma lutfalsliga væl fyri í mun til aldurin. Sosiala lívið er tó ikki so gott, tí hon er nærum deyv og blind, og gongur illa. Og ja, eingir javnaldrar eru at tosa við longur heldur.

- Allir vinirnir liggja í kirkjugarðinujm, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738