Metnógv ferðamannaskip í Íslandi

Metnógv ferðamannaskip í Íslandi
Ongantíð fyrr hava so nógv ferðamannaskip boðað frá at tey koma til Íslands sum í ár. Og talið fer helst at vaksa næstu árini
 
16.05.2016 - 13:54

Færri ferðamannaskip koma til Føroya í ár enn undanfarin ár, men í Íslandi setur talið av ferðamannaskipum met. 

213 ferðamannaskip við til samans 200.000 fólkum umborð hava higartil boðað frá, at tey fara at leggja at í Íslandi.

Í Føroyum verða ferðamannaskipini umleið 40 í tali í ár. Tað er góð 24 prosent minni enn í fjør.

Enn fleiri næsta ár

Ferðavinnan í Íslandi fegnast um góðu gongdina.

"Vit vænta áhaldandi vøkstur næstu árini," sigur Erna Kristjánsdóttir við Morgunblaðið.

Hon vísir á, at higartil hava fleiri enn 100 skip longu boðað frá vitjanum næsta ár, í 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558